Samandráttir frá 16. umfari

3. jul. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: Grannauppgerðin millum B36 og HB bleiv hendingarík. B36 var á odda 2-0, men hóast HB spældi við bara tíggju monnum, tí málverjin, Bjarti V. Mørk fekk reyða kortið tíðliga í seinna hálvleiki, eydnaðist tað teimum at stríða seg til ein 2-2 javnleik.

FM-kósin hevur ongantíð verið beinari, enn hon er beint nú hjá KÍ, sum vann sær trý stig afturat, tá ið teir vitjaðu Víking í Sarpugerði. Tað kom bara eitt mál í dystinum. Tað skoraði nýggi vinstribakkurin, Daniel Johansen, tá ið 64. minuttir vóru farnir. KÍ hevur nú fimtan sigrar og ein javnleik fyri sínar fyrstu sekstan dystir í ársins landskapping.

Við 4-3 sigri á 07 Vestur lyfti FC Suðuroy seg upp um niðurflytingarstrikuna. Samstundis hevði úrslitið við sær, at 07 Vestur nú liggur næstniðast í Betri deildini.

NSÍ lat ongan iva vera um nakað við Stórá í Trongisvági. NSÍ vann 6-2. Støðan í hálvleikinum var 4-0 til NSÍ.

B68 vendi 0-2 til 2-2 á nýggja graslíkinum á Svangaskarði. Tvey reyð kort komu eisini í dystinum. Aleksandur Jensen hjá B68 og Andras Olsen hjá EB/Streymi fingu báðir seinna gula kortið í seinna hálvleiki og har við reytt.

Víkingur – KÍ 0-1
Hósdagin 03. juli
í Sarpugerði, Norðragøta

TB – NSÍ 2-6
Leygardagin 5. juli
við Stórá, Trongisvágur

B68 – EB/Streymur 2-2
Leygardagin 5. juli
Svangaskarð, Toftir

FC Suðuroy – 07 Vestur 4-3
Leygardagin 5. juli
á Eiðinum, Vágur

B36 – HB 2-2
Sunnudagin 6. juli
Gundadalur, Tórshavn