Samandráttir frá 17. umfari

12. aug. 2026 | MeistaraDeildin - menn

MENN: HB vann 3-1 á NSÍ og nærkast av álvara toppinum.

Á Svangaskarði vendi B68 øllum síðstu løtuna, tá toftamenn vunnu 2-1 á vágamonnum.

AB var á odda 3-0, men komu undir trýst síðstu løtuna, har Skála skoraði tvey mál. Dysturin endaði 3-2.

EB/Streymur fekk eina dreymabyrjan móti Víkingi, men teir ljósabláu komu yvir hvøkkin og vunnu dystin 2-1.

Á Djúpumýru vann KÍ ein tryggan 2-0 sigur á B36, sum ongantíð veruliga hótti KÍ málið.

Her eru hæddarpunktini frá 17. umfari.

KÍ – B36 2-0
Sunnudagin 2. august
Djúpumýra, Klaksvík

HB – NSÍ 3-1
Mánadagin 3. august
Tórsvøllur, Tórshavn

AB – Skála 3-2
Sunnudagin 2. august
inni í Vika, Argir

B68 – 07 Vestur 2-1
Sunnudagin 2. august
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – Víkingur 1-2
Sunnudagin 2. august
Margáir, Streymnes