
Samandráttir frá 18. umfari
8. aug. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Grannauppgerðin í Suðuroynni millum TB og FC Suðuroy bleiv nógv mest undirhaldandi og spennandi dysturin í hesum umfarinum. FC Suðuroy vann 3-2, eftir at TB hevði verið á odda 2-0. Øll málini komu uppá ein góðan hálvan tíma í fyrra hálvleiki.
Við 1-0 sigri á 07 Vestur lyfti NSÍ seg upp á annað plássið aftur. Málið, sum Fabian Østigård Ness skoraði, kom longu, tá ið ein góður minuttur var spældur.
KÍ hittaði á summarfestivalinum. Sjey ferðir sóu norðingar bláa liðið hjá sær sparka bóltin í B68-málið, meðan toftamenn einki aftursvar høvdu.
Víkingur liggur nú væl fyri til at fáa fjórða plássið í Betri deildini. Víkingur vann 4-2 á kappingarneytanum úr B36.
HB vann sær øll trý stigini við 2-1 sigri á EB/Streymi. Dystaravgerandi málið hjá HB kom tó ikki fyrr enn í allarsíðstu løtu.
KÍ – B68 7-0
Fríggjadagin 08. august
við Djúpumýru, Klaksvík
Víkingur – B36 4-2
Sunnudagin 10. august
í Sarpugerði, Norðragøta
TB – FC Suðuroy 2-3
Sunnudagin 10. august
við Stórá, Trongisvágur
HB – EB/Streymur 2-1
Sunnudagin 10. august
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – 07 Vestur 1-0
Sunnudagin 10. august
við Løkin, Runavík