
Samandráttir frá 19. umfari
16. aug. 2025 | Betri deildin - mennMENN:
Víkingur og NSÍ spældu higartil ársins dyst, tá ið tey møttust í Sarpugerði. Dysturin, sum endaði 3-3, var hin mest undirhaldandi í Betri deildini í 2025. Dysturin var eisini merktur av, at NSÍ-leikarin, Lars Markmanrud, bleiv útvístur, tá ið bara fýra minuttir vóru spældir.
Í Gundadali vann KÍ aftur tryggan sigur. Hesaferð vunnu teir bláu 3-0 á B36. Hallur Hansson, Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg skoraðu fyri KÍ.
B68 og FC Suðuroy fingu eitt stig hvør á Svangaskarði. Bjartmar Holm legði FC Suðuroy á odda 1-0, tá ið góðir tjúgu minuttir vóru spældir. Tað gingu tó bara tíggju minuttir, so javnaði Bárður Ólavsson Jensen fyri B68.
Við 3-0 sigri á 07 Vestur lyfti HB seg upp á annað pláss í Betri deildini. Jákup Thomsen legði HB á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og síðani skoraði Emil Grønn Pedersen tvær ferðir.
Áskoðararnir í Hólmanum fingu undirhald og spenning frá EB/Streyms- og TB leikarunum. TB legði seg á odda fyrst 1-0 og seinni 2-0 við málum frá Samudeen Musah og Mohamed Samba. Men EB/Streymur svaraði tvær ferðir aftur í seinna hálvleiki við málum frá Meinhardi Debes Geyti og Búa Egilsson.
EB/Streymur – TB 2-2
Leygardagin 16. august
í Hólmanum, Eiði
B68 – FC Suðuroy 1-1
Sunnudagin 17. august
á Svangaskarði, Toftir
HB – 07 Vestur 3-0
Sunnudagin 17. august
Gundadalur, Tórshavn
B36 – KÍ 0-3
Mánadagin 18. august
Gundadalur, Tórshavn
Víkingur – NSÍ 3-3
Mándagin 18. august
í Sarpugerði, Norðragøta