Samandráttir frá 2. umfari

15. apr. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Føroyameistarin, KÍ, fekk skarpan gang frá FM avbjóðaranum, NSÍ. NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Saru Samson Lamhauge. NSÍ hevði fleiri ferðir møguleikar til at økja um leiðsluna. Men síðstu tíggju minuttirnar svaraði KÍ aftur. Durita Hummeland skoraði tvey mál, og síðan skoraðu Sólja Ernsdóttir og Tórun Højgaard Joensen hvør sítt. KÍ vann 4-1.

Víkingur smurdi hoyvíkskvinnur av, tá tær vunnu heili 11-0. Tær reyðsvørtu úr HB vunnu 3-0 á Skála. B36 vann tryggan sigur á felagsliðnum úr Suðuroy.

Sí samandráttir frá 2. umfari niðanfyri.

TB/FCS/Rroyn – B36 0-5
Sunnudagin 14. apríl
við Stórá, Tórshavn

Skála ÍF – HB 0-3
Leygardagin 13. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

FC Hoyvík – Víkingur 0-11
Leygardagin 13. apríl
Hoyvík

KÍ – NSÍ 4-1
Mikudagin 17. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.