
Samandráttir frá 2. umfari
8. sept. 2024 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: Sara Samson Lamhauge skoraði tvær ferðir fyri NSÍ og syrgdi fyri, at øll trý stigini fóru til Runavíkar. HB kom á odda við máli frá Sunnivu Willemoes, men málini frá Saru syrgdu fyri 2-1 sigri til NSÍ. NSÍ sigurin kundi verið størri, tí vespurnar misbrúktu m.a. eitt brotsspark.
Við Stórá vann FC Hoyvík ein tryggan 4-1 sigur á TB/FCS/Royn.
HB – NSÍ 1-2
Sunnudagin 08. september
við Djúpumýru, Klaksvík
TB/FCS/Royn – FC Hoyvík 1-4
Sunnudagin 08. september
við Stórá, Trongisvágur
Víkingur – KÍ 0-3
Sunnudagin 26. september
Sarpugerði, Norðagøta
Skála – B36 1-2
Mikudagin 16. oktober
undir Mýruhjalla, Skála