Samandráttir frá 2. umfari

18. mar. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: AB og HB eru einastu liðini við fullum stigatali eftir tvey umfør.

Stórdysturin millum KÍ og NSÍ endaði 1-1, har NSÍ hevði fleiri møguleikar til at skora fleiri mál.

Í Sarpugerði spældu Víkingur og B36 málleysan javnleik, meðan B68, við 10 móti 11, vann 2-1 á Skála.

Her eru hæddarpunktini frá 2.umfari.

Víkingur – B36 0-0
Fríggjadagin 13. mars
Sarpugerði, Norðagøta

B68 – Skála 2-1
Sunnudagin 15. mars
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – AB 0-3
Sunnudagin 15. mars
Margáir, Streymnes

HB – 07 Vestur 2-0
Sunnudagin 15. mars
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – NSÍ 1-1
Sunnudagin 15. mars
Djúpumýra, Klaksvík