
Samandráttir frá 2. umfari í endaspælinum
17. aug. 2026 | MeistaraDeildin - kvinnurKVINNUR: Skála yvirraskaði øll og fekk javnleik á heimavølli móti HB. Undan dystinum hevði HB vunnið allar dystirnar – undantikið ein javnleik móti KÍ.
KÍ nærkast nú HB eftir at klaksvíkskvinnur vunnu 2-0 á Víkingi. HB er fremst við 38 stigum, meðan KÍ hevur 37 stig.
Í niðara endaspælinum vann 07 Vestur 3-1 á útivølli móti B36. Tær eru nú á odda í niðara endaspælinum.
FC Suðuroy vann 2-1 á ÍF. Bjarta Bjarnadóttir Hammer skoraði bæði málini hjá FC Suðuroy eftir frálíkt spæl.
Her eru hæddarpunktini frá 2. umfari í endaspælinum.
B36 – 07 Vestur 1-3
Sunnudagin 16. august
Gundadalur, Tórshavn
Skála – HB 0-0
Sunnudagin 16. august
undir Mýruhjalla, Skála
Víkingur – KÍ 0-2
Sunnudagin 16. august
Sarpugerð, Norðagøta
FC Suðuroy – ÍF 2-1
Sunnudagin 16. august
á Eiðinum, Vágur