Samandráttir frá 20. umfari

23. aug. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: NSÍ syrgdi í kvøld fyri, at FM-brekkan hjá HB bleiv munandi brattari. NSÍ vann 3-2, og liggur nú trygt á fjórða plássi, sum kann geva pláss í evropeiskum fótbólti. HB hevur nú seks stig upp til oddaliðið, Víking, sum hevur spælt ein dyst færri enn HB.

Víkingur hevur beina kós móti FM-heitinum. Í kvøld vunnu teir heili 4-1 á B36 í Gundadali.

Ein sera dramatiskur dystur endaði við, at KÍ vann 2-1 á EB/Streymi. EB/Streymur helt seg hava skorað til 1-2 í yvirtíðini, men málið bleiv kolldømt. Løtu seinni fekk KÍ, sum hesa løtuna spældi við 9 móti 11, brotsspark. Brotssparkið setti Páll Klettskarð í málið til endaliga úrslitið 2-1. Páll Klettskarð hevur nú skorað 200 mál í bestu fótbóltsdeildini.

Við málum frá Emil Pedersen og Jónasi Prior vann 07 Vestur annan sigurin á rað – hesaferð 2-0 á B68. Merkisvert var, at Jóhan Josephsen bleiv útvístur í fyrra hálvleiki fyri okkurt, sum hann segði.

Hóast Maxwell Michael Effiom skoraði hatrikk fyri Skála, so var tað ikki nóg mikið til at vinna øll trý stigini. ÍF svaraði fleiri ferðir aftur – millum annað við tveimum málum frá Peter Ullum, og dysturin millum Skála og ÍF endaði tí við 3-3 javnleiki.

Skála – ÍF 3-3
Fríggjadagin 23. august
undir Mýruhjalla, Skála

07 Vestur – B68 2-0
Leygardagin 24. august
á Dungasandi, Sørvágur

KÍ – EB/Streymur 2-1
Sunnudagin 25. august
við Djúpumýru, Klaksvík

B36 – Víkingur 1-4
Týsdagin 27. august
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – HB 3-2
Týsdagin 27. august
við Løkin, Runavík