
Samandráttir frá 20. umfari
23. aug. 2025 | Betri deildin - mennMENN: NSÍ liggur nú á øðrum plássi í Betri deildini. Í dag vunnu teir 3-1 á FC Suðuroy. Støðan í hálvleikinum var 1-1.
Spenningurin økist í botninum í Betri deildini. 07 Vestur setti í øllum førum ferð á sín endaspurt við einum 3-0 sigri á TB. Nicolai Møller Dohn skoraði fyrstu tvey málini, og stutt fyri leiklok økti Casper Gedsted Hansen til 3-0.
B36 vann sær trý kærkomin stig við 1-0 sigri á B68. Bogi Reinert Petersen skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Oddadysturin millum KÍ og HB endaði við málleysum javnleiki. Flestu og bestu málmøguleikarnar átti KÍ, men teir vóru tó ikki nógvir, og tí var 0-0 eisini mest rímiliga úrslitið.
Í Sarpugerði stríddi EB/Streymur seg til eitt stig ímóti Víkingi. Tað var eisini EB/Streymur, ið legði seg á odda, tá ið 64. minuttir vóru farnir við máli frá Thomas Bjørn Miezan. Tað gingu tó bara nakrir fáir minuttir, so javnaði Jákup Johansen fyri Víkingarnar.
07 Vestur – TB 3-0
Leygardagin 23. august
á Dungasandi, Sørvágur
KÍ – HB 0-0
Sunnudagin 24. august
Djúpumýra, Klaksvík
NSÍ – FC Suðuroy 3-1
Sunnudagin 24. august
við Løkin, Runavík
B36 – B68 1-0
Sunnudagin 24. august
Gundadalur, Tórshavn
Víkingur – EB/Streymur 1-1
Sunnudagin 24. august
í Sarpugerði, Norðragøta