Samandráttir frá 20. umfari

27. aug. 2026 | MeistaraDeildin - menn

MENN: Við einum stútari langt inni í yvirtíðini tryggjaði krútsterki miðverjin, Daniel Obbekjær, at NSÍ enn eru á beinari FM kós. Toppdysturin í Klaksvík endaði 2-2 eftir at KÍ var á odda 2-0.

Í Sarpugerði endaði tað málleyst millum nummar fýra og fimm á stigatalvuni. Eisini í Gundadali endaði tað málleyst, tá 07 Vestur vitjaði HB.

EB/Streymur tók eitt týdningarmikið fet burtur frá botninum, tá sundalagsmenn vunnu 2-0 á argjamonnum.

Á Toftum vann Skála móti B68, sum liggur aftast í deildini.

Her eru hæddarpunktini frá 20. umfari.

HB – 07 Vestur 0-0
Sunnudagin 23. august
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – NSÍ 2-2
Sunnudagin 23. august
Djúpumýra, Klaksvík

B68 – Skála 0-1
Sunnudagin 23. august
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – Skála 2-0
Sunnudagin 23. august
við Margáir, Streymnes

Víkingur – B36 0-0
Fríggjadagin 21. august
Sarpugerð, Norðagøta