Samandráttir frá 21. umfari

31. aug. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ vann 3-1 á Skála. René Shaki Joensen, Páll Klettskarð og Kristoffer Ødemarksbakken skoraðu fyri KÍ. Emil Rosenberg skoraði fyri Skála.

EB/Streymur bukaði 07 Vestur 6-0 við Margáir í dag. Boubacar Dabo skoraði tvær ferðir, meðan Bergur Poulsen, Jens Erik Bruhn, Jóhann Hansson Joensen og Tóki Johannesen fingu eitt mál í part.

Oddaliðið, Víkingur, gongur enn trygt fram móti FM-steypinum. Í dag vann felagsliðið úr Gøtu og Leirvík 3-0 á NSÍ. Árni Nóa Atlason, Jørgen Nielsen og Jákup Johansen skoraðu málini.

ÍF stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í hesum umfarinum. Fuglfirðingar, ið eru á aftasta plássi vunni á HB, sum er á øðrum plássi. HB legði seg á odda, tá ið 48. minuttir vóru farnir, men seint í dystinum svaraði ÍF aftur. Fyrst javnaði Uros Stojanov til 1-1, tá ið 89 minuttir vóru farnir, og í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Bogi Reinert Petersen til 2-1. HB spældi síðstu løtuna við 10 móti 11, tí Hanus Sørensen fekk beinleiðis reytt kort. Venjarin hjá HB, Adolfo Sormani, bleiv eisini útvístur.

B36 vann 2-0 á B68. Mattias Hellisdal og Hannes Agnarsson skoraðu málini.

EB/Streymur – 07 Vestur 6-0
Leygardagin 31. august
við Margáir, Streymnes

ÍF – HB 2-1
Leygardagin 31. august
í Fløtugerði, Fuglafjørður

Víkingur – NSÍ 3-0
Leygardagin 31. august
í Sarpugerði, Norðragøta

B36 – B68 2-0
Leygardagin 31. august
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – Skála 3-1
Sunnudagin 01. september
við Djúpumýru, Klaksvík