
Samandráttir frá 21. umfari
29. aug. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Dysturin á Toftum millum B68 og Víking bleiv sera spennandi og undirhaldandi. Víkingur var á odda 1-0 í steðginum við máli frá Sølva Vatnhamar. Men tá ið 67. og 69. minuttir vóru farnir skoraði B68. Fyrst var tað Djóni Samuelsen til 1-1, og løtu seinni var tað Djóni Samuelsen til 2-1. Víkingur megnaði tó at fáa javnleik, tí í 89. minutti skoraði Sølvi Vatnhamar aftur – hesaferð við brotssparki.
Heili 17 mál komu í teimum báðum dystunum, sum blivu spældir í Suðuroynni. KÍ vann 6-2 á FC Suðuroy. Tað er bara eina ferð komið fyri í hesum kappingarárinum, at KÍ hevur latið tvey mál ígjøgnum. Tað var, tá ið KÍ vann 3-2 á NSÍ í mai mánaði.
TB mátti eisini leggja rygg til stórtap í dystinum móti HB. HB vann 7-2, og tí eltir HB enn NSÍ, sum er á øðrum plássi.
NSÍ styrkti um sína støðu á øðrum plássi við 3-1 sigri á EB/Streymi. NSÍ var á odda 2-1 í hálvleikinum, og tann støðan sá leingi út til at blíva endaliga úrslitið, tí fáir málmøguleikar blivu skaptir í seinna hálvleiki. Men stutt fyri leiklok slerdi Jasper Van Der Heyden sigurin fastan við einum sera góðum langskoti.
Heili 17 mál komu í teimum báðum dystunum, sum blivu spældir í Suðuroynni. KÍ vann 6-2 á FC Suðuroy. Tað er bara eina ferð komið fyri í hesum kappingarárinum, at KÍ hevur latið tvey mál ígjøgnum. Tað var, tá ið KÍ vann 3-2 á NSÍ í mai mánaði. Í álopinum lá fyri – serliga hjá Pálli Klettskarð, sum skoraði tvær ferðir. KÍ toppskjúttin hevur nú skorað 17 mál í Betri deildini.
TB mátti eisini leggja rygg til stórtap í dystinum móti HB. HB vann 7-2, og tí eltir HB enn NSÍ, sum er á øðrum plássi. Emil Grønn Pedersen og Sammy Skytte blivu báðir tvífaldir málskjúttar.
Tað eydnaðist ikki 07 Vestur at koma av aftasta plássi í Betri deildini í hesum umfarinum. Vágamenn høvdu nokk av málmøguleikum til at vinna dystin, men tað var B36, ið var neyvari. Liðskiparin hjá B36 skoraði tað einsta málið í dystinum, tá ið 81. minuttir vóru farnir.
EB/Streymur – NSÍ 1-3
Fríggjadagin 29. august
í Hólmanum, Eiði
FC Suðuroy – KÍ 2-6
Leygardagin 30. august
á Eiðinum, Vágur
TB – HB 2-7
Leygardagin 30. august
við Stórá, Trongisvágur
07 Vestur – B36 0-1
Leygardagin 30. august
á Dungasandi, Sørvágur
B68 – Víkingur 2-2
Leygardagin 30. august
Svangaskarð, Toftir