Samandráttir frá 22. umfari

14. sept. 2025 | Betri deildin - menn

MENN:

KÍ og Víkingur spældu málleysan javnleik í Klaksvík. Mest umrødda støðan í dystinum verður helst hon, ið hendi, tá ið 75. minuttir vóru farnir. Víkingarnir hildu, at KÍ-leikarin, Deni Pavlovic, skuldi hava reyða kortið, tá ið hann steðgaði Jørgen Nielsen, sum rann móti málinum, men tað bleiv ikki til meira enn tað gula kortið.

Dysturin millum grannarnar úr HB og B36 bleiv bæði spennandi og undirhaldandi. Liðini skiftust til at hava leiðsluna, men tað endaði sum so mangan við javnleiki í grannauppgerðini í høvuðsstaðnum. HB var á odda 1-0 í hálvleikinum við brotssparksmáli, sum Emil Pedersen skoraði. Í seinna hálvleiki svaraði B36 tvær ferðir aftur við málum frá Ragnari Samuelsen. B36 var á odda 2-1 til stutt fyri dystarlok, tá ið Lassana Faye javnaði til 2-2 fyri HB, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

07 Vestur er nú komið upp um niðurflytingarstrikuna. Vágamenn vunnu sera týdningarmikla botndystin móti FC Suðuroy. Úrslitið bleiv 3-0 til 07 Vestur, og tað hevur við sær, at 07 Vestur fer frá tíggjunda plássi upp á áttanda pláss. 07 Vestur og FC Suðuroy hava bæði 13 stig, men 07 Vestur hevur munandi betri málúrtøku.

NSÍ avgreiddi sítt í sína hálvleiki ímóti TB. Fyrri hálvleikur endaði málleystur, men í seinna hálvleiki syrgdu Aron Knudsen, Klæmint Olsen og Emil Weihe Joensen fyri, at tað bleiv ein 3-0 sigur til vespurnar.

Eftir at hava spælt sjey dystir á rað uttan ein sigur, vendi gongdin hjá B68 í dag, tá ið teir vitjaðu EB/Streym í Hólmanum á Eiði. Toftamenn vunnu 2-0. Málini skoraðu Patrick Mensah og Sebastian Lau Nielsen.

FC Suðuroy – 07 Vestur 0-3
Sunnudagin 14. september
á Eiðinum, Vágur

NSÍ – TB 3-0
Sunnudagin 14. september
við Løkin, Runavík

EB/Streymur – B68 0-2
Sunnudagin 14. september
í Hólmanum, Eiði

HB – B36 2-2
Sunnudagin 14. september
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – Víkingur 0-0
Mánadagin 15. september
Djúpumýra, Klaksvík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.