
Samandráttir frá 21. umfari
31. aug. 2023 | Betri deildin - mennMENN: 17 ára gamli, Mattias J. Hellisdal, skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá B36 á ÍF.
Martin Klein skoraði hatrikk í 5-0 sigrinum hjá Víkingi á AB.
B68 og TB fingu eitt stig í part í 1-1 javnleiki, har TB kendi seg snýtt fyri brotsspark móti dystarenda.
Tað bleiv eisini 1-1 á Dungasandi millum 07 Vestur og EB/Streym, har heimaliðið tryggjaði sær javnleikin við brotssparki stutt fyri leiklok.
B68 – TB 1-1
Hósdagin 31. august
Svangaskarð, Toftir
07 Vestur – EB/Streymur 1-1
Hósdagin 31. august
á Dungasandi, Sørvágur
Víkingur – AB 5-0
Fríggjadagin 01. september
í Sarpugerði, Norðragøta
B36 – ÍF 1-0
Leygardagin 02. september
Gundadalur, Tórshavn