Samandráttir frá 22. umfari

14. sept. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur heldur FM-kósina. Í dag vunnu teir 2-1 á B68. Jørgen Nielsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu fyri Víking. Málið hjá B68 verður uttan iva ein av kandidatunum til ársins mál. Hjalti Strømsten sendi eitt dundurskot úr 25. metrum upp í málhornið.

Við sigri á HB, er KÍ nú favorittur til at vinna silvurheiðursmerkini. KÍ vann 1-0 við máli frá Pálli Kletsskarð.

EB/Streymur vann sær trý sera týdningarmikil stig við 2-1 sigri á ÍF. Dysturin bleiv nakað rokaligur móti endanum, og tí mátti dómarin vísa fleiri reyða kortið.

NSÍ er nú sera nær við at hava tryggjað sær fjórða plássi, sum kann geva atgongd til evropeiskan fótbólt. B36 og NSÍ spældu 2-2 javnleik, og tað hevur við sær, at NSÍ enn er fimm stig framman fyri B36.

Skála lyfti seg upp á sjeynda pláss, tá ið teir í gjár vunnu 4-1 á 07 Vestur. Maxwell Michael Effiom, ið er leigaður til Skála úr 07 Vestur, skoraði tvey mál fyri heimaliðið.

Skála – 07 Vestur 4-1
Leygardagin 14. september
undir Mýruhjalla, Skála

EB/Streymur – ÍF 2-1
Sunnudagin 15. september
við Margáir, Strreymnes

B68 – Víkingur 1-2
Sunnudagin 15. september
á Svangaskarði, Toftir

B36 – NSÍ 2-2
Sunnudagin 15. september
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – HB 1-0
Sunnudagin 15. september
við Djúpumýru, Klaksvík