
Samandráttir frá 22. umfari
15. sept. 2026 | MeistaraDeildin - mennMENN: NSÍ og Víkingur spældu javnleik við Løkin, og nú er bara eitt stig á muni millum nummar eitt og tvey.
KÍ vann ein tepran 1-0 sigur á 07 Vestu, sum enn stríðist fyri lívinum í deildini.
Við Margáir vendi EB/Streymur øllum á høvdi, tá teir vunnu 2-1 á B36 eftir at havnamenn vóru á odda 1-0 í steðginum.
Skála fekk eitt týðandi stig á heimavølli móti HB, sum fekk tveir spælarar útvístar í yvirtíðini.
Botndysturin á Argjum endaði 1-1, og tí er framvegis stórur spenningur um niðurflytingina.
Her eru hæddarpunktini frá 22. umfari.
07 Vestur – KÍ 0-1
Sunnudagin 13. september
Dungasandur, Sørvágur
AB – B68 1-1
Mánadagin 13. september
inni í Vika, Argir
Skála – HB 2-2
Sunnudagin 13. september
undir Mýruhjalla, Skála
NSÍ – Víkingur 1-1
Sunnudagin 13. september
við Løkin, Runavík
EB/Streymur – B36 2-1
Sunnudagin 13. september
við Margáir, Streymnes