
Samandráttir frá 23. umfari
19. sept. 2025 | Betri deildin - mennMENN:
NSÍ vann 3-1 á B68 í grannauppgerðini, sum var spæld á Svangaskarði. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til NSÍ. Jasper Van Der Heyden legði NSÍ á odda tíðliga í dystinum, og tá ið góðir tjúgu minuttir vóru farnir økti Fabian Østigård Ness til 2-0. B68 minkaði stutt fyri hálvleik við einum sjálvmáli frá NSÍ. Spenningurin helt sær leingi, men tá ið 88. minuttir vóru farnir slerdi Klæmint Olsen 3-1 sigurin hjá NSÍ fastan.
Í Gundadali sá leingi út til at FC Suðuroy fór at fáa eitt stig við sær umborð á Galaxy. Men fýra minuttir fyri tíð, stútaði Heðin Hansen bóltin í málið til 2-1. HB vann 2-1 á FC Suðuroy, sum framvegis er næstasftast í deildini.
B36 vann stórsigur á TB, har ið Tobias Hansen og Marius Kryger Lindh komu tvær ferðir á máltalvuna.
Páll Klettskarð skoraði hatrikk í 6-2 sigrinum hjá KÍ á EB/Streymi.
Jørgen Nielsen var í góðum formi í dag, og hann skoraði tvær ferðir fyri Víking, ið vann 2-1 á 07 Vestur.
B68 – NSÍ 1-3
Fríggjadagin 19. september
Svangaskarð, Toftir
HB – FC Suðuroy 2-1
Leygardagin 20. september
Gundadalur, Tórshavn
TB – B36 0-5
Sunnudagin 21. september
við Stórá, Trongisvágur
KÍ – EB/Streymur 6-2
Sunnudagin 21. september
Djúpumýra, Klaksvík
Víkingur – 07 Vestur 2-1
Sunnudagin 21. september
í Sarpugerði, Klaksvík