
Samandráttir frá 24. umfari
30. sept. 2023 | Betri deildin - mennMENN: KÍ er føroyameistari triðja árið á rað. KÍ vann tryggan greiðan 5-0 sigur á ÍF, meðan B36 var fyri stórtapi, 0-6, í Gøtu, har Martin Klein aftur gjørdi um seg við hatrikki. Úrslitini hava við sær, at nú kann eingin taka KÍ á fyrsta plássi.
EB/Streymur hevur tryggjað sær, at teir eisini eru í bestu deildini í komandi ári. EB/Streymur vann 1-0 á TB, sum enn bara er eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuni.
Tað eydnaðist ikki AB at vinna sær tiltrongd stig í niðurflytingarstríðnum. 07 Vestur var sterkari í Sørvági og vann 2-1.
B68 stóð seg sera væl í Gundadali, har teir spældu 3-3 javnleik ímóti HB.
07 Vestur – AB 2-1
Leygardagin 30. september
á Dungasandi, Sørvágur
HB- B68 3-3
Leygardagin 30. september
Gundadalur, Tórshavn
KÍ – ÍF 5-0
Sunnudagin 01. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík
TB – EB/Streymur 0-1
Sunnudagin 01. oktober
við Stórá, Trongisvágur
Víkingur – B36 6-0
Mánadagin 01. oktober
í Sarpugerði, Norðragøta