
Samandráttir frá 24. umfari
28. sept. 2025 | Betri deildin - mennMENN:
Mest undirhaldandi dysturin bleiv spældur á Toftum, har ið B68 og KÍ spældu 3-3 javnleik. Bæði liðini sóu reytt í fyrra hálvleiki. Gaston Nicolas Tellechea hjá KÍ bleiv útvístur, og tað bleiv Fríði Í Túni Petersen hjá B68 eisini.
Einki er avgjørt í niðurflytingarstríðnum. Grannauppgerðin millum TB og FC Suðuroy endaði við 2-2 javnleiki, og tað hevur við sær, at botnurin í Betri deildini nú sær soleiðis út. Nummar átta er FC Suðuroy við 14 stigum, 07 Vestur er á níggjuna plássi við 13 stigum, og TB er á tíggjunda plássi við 12 stigum.
Emil Pedersen bleiv dagsins maður hjá HB. Danin skoraði tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki í 4-0 sigrinum hjá HB á EB/Streymi.
Klæmint Olsen og Michal Przybylski gjørdu serliga um seg fyri NSÍ, sum vann sannførandi 5-1 sigur á 07 Vestur. Teir skoraðu báðir tvær ferðir. Daniel Obbekjær koma eisini á málstalvuna fyri vespurnar.
B36 og Víkingur, sum kappast um fjórða plássið spældu 1-1 javnleik. Símun Sólheim legði B36 á odda í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki javnaði Jákup Johansen fyri Víking. Ragnar Samuelsen hjá B36 sá gula kortið tvær ferðir, og hann bleiv tí útvístur, tá ið 55. minuttir vóru farnir.
B36 – Víkingur 1-1
Sunnudagin 28. september
Gundadalur, Tórshavn
EB/Streymur – HB 0-4
Sunnudagin 28. september
í Hólmanum, Eiði
07 Vestur – NSÍ 1-5
Sunnudagin 28. september
á Dungasandi, Sørvágur
TB – FC Suðuroy 2-2
Sunnudagin 28. september
við Stórá, Trongisvágur
B68 – KÍ 3-3
Sunnudagin 28. september
Svangaskarð, Toftir