
Samandráttir frá 24. umfari
12. okt. 2026 | MeistaraDeildin - mennMENN: Tað er enn stórur spenningur í MeistaraDeildini – nú bara trý umfør eru eftir.
NSÍ greiddi sína skyldu á Skála og er framvegis fremst í deildini. Klaksvíkingar vunnu á HB og eru trý stig aftanfyri runavíkingar.
Í botninum er spenningurin enn størri, har 07 Vestur við sigri á EB/Streymi bara hevur tvey stig upp til Skála.
Argjamenn eru eisini kroystir eftir eitt 2-1 tap fyri B36. AB hevur bara vunnið eina ferð í seinnu hálvu og eru einans trý stig frá niðurflyting.
B68 líkist meir og meir einum liði, ið skal spæla í 1.deild í 2027. Toftamenn taptu enn einaferð og eru nú seks stig frá røttu síðuni av niðurflytingarstrikuni.
Her eru hæddarpunktini frá 24. umfari.
Skála – NSÍ 1-2
Sunnudagin 11. oktober
undir Mýruhjalla, Skála
AB – B36 1-2
Sunnudagin 11. oktober
inni í Vika, Argir
07 Vestur – EB/Streymur 0-3
Leygardagin 10. oktober
Dungasandur, Sørvágur
HB – KÍ 0-3
Sunnudagin 11. oktober
Tórsvøllur, Tórshavn
B68 – Víkingur 1-2
Sunnudagin 11. okt
Svangaskarð, Toftir