Samandráttir frá 26. umfari

2. nov. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: AB má tungu leiðina niður í 1.deild. Tað er greitt eftir úrslitini í 26.umfari. AB var á odda 2-0 ímóti B68, men toftamenn svaraðu aftur, og dysturin endaði við 2-2 javnleiki.

Í Fuglafirði var gleðin stór, tá Karl Løkin tryggjaði heimaliðnum øll trý stigini við brotssparki stutt fyri dystarlok. Nú er treytin hjá TB, at teir skulu vinna í síðsta umfari, meðan ÍF skal tapa, um TB skal yvirliva í Betri deildini.

Sølvi Vatnhamar er nú favorittur til at vinna gullskógvin aftur í ár. Sølvi skoraði fýra ferðir í 8-0 sigrinum hjá Víkingi á EB/Streymi. Leirvíkingurin er nú einsamallur toppskjútti í kappingini við 20 málum.

Hóast bæði liðini høvdu málmøguleikar til at avgera dystin, endaði tað við 0-0 javnleiki millum B36 og KÍ.

Matthias Præst Nielsen og Áki D. Samuelsen syrgdu fyri málunum í 2-0 sigrinum hjá HB á 07 Vestur.

B36 – KÍ 0-0
Sunnudagin 22. oktober
Gundadalur, Tórshavn

ÍF- TB 1-0
Sunnudagin 22. oktober
í Fløtugerði, Fuglafjørður

HB – 07 Vestur 2-0
Sunnudagin 22. oktober
Gundadalur, Tórshavn

B68 – AB 2-2
Sunnudagin 22. oktober
á Svangaskarði, Toftir

Víkingur – EB/Streymur 8-0
Sunnudagin 22. oktober
í Sarpugerði, Norðragøta