Samandráttir frá 26. umfari

20. okt. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur er føroyameistari. Tað var veitslurómur í Gundadali, har nógvir víkingsfjepparar vóru komnir at fagna sínum spælarum. Víkingur spældi 1-1 javnleik ímóti HB, og tað var nóg mikið til, at føroyameistaraheitið bleiv tryggjað. Sí í innslagnum hæddarpunkt, veitsluróm og samrøður við spælarar og venjara.

NSÍ hevur tryggjað sær fjórða plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, um B36 ikki vinnur steypafinaluna. Hetta hendi, tá ið dysturin millum Skála og NSÍ endaði við 0-0 javnleiki. Úrslitið hevur við sær, at Skála enn er í niðurflytingarvanda.

Í Sørvági lat 07 Vestur ongan iva vera um, hvør var sterkari. Vágamenn vunnu heili 5-1 á ÍF.

KÍ og B36 spældu 2-2 í undirhaldandi dysti. KÍ var á odda 2-0 við málum frá Pálli Klettskarð og Halli Hansson, men B36 svaraði tvær ferðir aftur við málum frá Zean Peetz Dalugge og Anton Søjberg.

B68 er enn í álvarsligum niðurflytingarvanda. Toftamenn taptu 1-4 fyri EB/Streymi, og eru tvey stig aftan fyri Skála, sum er beint oman fyri niðurflytingarstrikuna. EB/Streymur var odda 2-1 í hálvleikinum. Tá ið 77. minuttir vóru farnir, kom Virgar Jónsson á vøllin fyri sundalagsmenn, og hann skoraði tvær ferðir.

HB – Víkingur 1-1
Sunnudagin 20. oktober
Gundadalur, Tórshavn

FM-samrøður
Sunnudagin 20. oktober
Gundadalur, Tórshavn

Skála – NSÍ 0-0
Sunnudagin 20. oktober
undir Mýruhjalla, Skála

07 Vestur – ÍF 5-1
Sunnudagin 20. oktober
á Dungasandi, Sørvágur

KÍ – B36 2-2
Sunnudagin 20. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík

B68 – EB/Streymur 1-4
Sunnudagin 20. oktober
á Svangaskarði, Toftir