Samandráttir frá 27. umfari

22. okt. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Kappingarárið 2023 er liðugt. KÍ lyftið steypið í Klaksvík, og Víkingur, sum vann á klaksvíkingum á síðsta leikdegi, fekk silvurkrónurnar.

HB tryggjaði sær bronuna og har við eisini luttøku í evropeiskum fótbólti í komandi ári. Grannin, B36, tveitti alt burtur á Argjum, har teir taptu fyri AB, sum longu visti undan dystinum, at teir vóru niðurflytarar. B36 má nú seta sítt álit á, at HB vinnur steypafinaluna, tí so gevur fjórða plássið atgongd til evropeiskan fótbólt.

Og í dag bleiv eisini greitt, at vit siga farvæl við TB, sum má tungu leiðina niður í næstbestu deildina saman við AB.

KÍ – Víkingur 1-2
Sunnudagin 29. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík

EB/Streymur – HB 0-1
Sunnudagin 29. oktober
í Hólmanum, Eiði

AB – B36 3-2
Sunnudagin 29. oktober
inni í Vika, Argir

ÍF – B68 0-0
Sunnudagin 29. oktober
í Fløtugerði, Toftir

TB – 07 Vestur 0-1
Sunnudagin 29. oktober
við Stórá, Trongisvágur