Samandráttir frá 3. umfari

26. apr. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: B36 vann 2-1 á EB/Streymi, har B36-leikarin, Taufee Skandari fekk tvey gul kort í sama minutti. Páll Klettskarð bleiv við hatrikki dagsins maður á Toftum, har KÍ vann 5-0 á B68. Hans Jákup Lervig skoraði og syrgdi fyri, at ÍF vann 1-0 á TB. 07 Vestur stríddi seg til 2-1 sigur á AB. HB og Víkingur fingu eitt stig í part í Gundadali. Her eru hæddarpunktini frá 3.umfari

HB – Víkingur 1-1
Týsdagin 25. apríl
Gundadalur, Tórshavn

TB – ÍF 0-1
Mikudagin 26. apríl
við Stórá, Trongisvágur

EB/Streymur – B36 1-2
Mikudagin 26. apríl
í Hólmanum, Eiði

AB – 07 Vestur 1-2
Mikudagin 26. apríl
inni í Vika, Argir

B68 – KÍ 0-5
Mikudagin 26. apríl
Svangaskarð, Toftir