Samandráttir frá 3. umfari

22. sept. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Ein sera spennandi oddadystur millum NSÍ og Víking endaði við 1-1 javnleiki, eftir at hálvleiksstøðan var 0-0. Evelin Da Silva Mastropasqua legði NSÍ á odda, tá ið 58. minuttir vóru farnir. Men Víkingur svaraði aftur við máli frá Eydnu Olsen Dalheim, sum javnaði til 1-1.

Við Djúpumýru vann KÍ ein tryggan 3-0 sigur móti HB. Malena Olsen, Eyðvør Klakstein skoraðu tvey tey fyrstu málini. Síðsta málið skoraði Sólja Ernstdóttir, tá hon við einum kanónmáli skoraði til 3-0.

Í niðara endaspælinum vann B36 3-0 á FC Hoyvík.

NSÍ – Víkingur 1-1
Sunnudagin 22. september
við Løkin, Runavík

B36 – FC Hoyvík 3-0
Leygardagin 21. september
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – HB 1-1
Sunnudagin 22. september
við Djúpumýru, Klaksvík