
Samandráttir frá 3. umfari
7. apr. 2026 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: HB er oddalið í MeistaraDeildini eftir ein 3-2 sigur á Víkingi. Annan dystin á rað skoraði Julia Naomi Mortensen tvey mál, meðan Lý Gray Jacobsen skoraði eitt. Fyri Víking skoraðu Jonnhild á Sondum og Mirjam Skoralíð hvør sítt mál.
Undir Mýruhjalla fekk Skála sín fyrsta sigur í ár, tá tær vunnu 1-0 á 07 Vestur. Veteranurin á Skálaliðnum, Birna Mikkselsen, skoraði einsamalla málið.
Í dystinum millum B36 og NSÍ sá leingi út til, at tað fór at enda við javnleiki, men tá ein minuttur var eftir at spæla av vanligu leiktíðini, skoraði Helga Mikkelsen fyri NSÍ til endaliga úrslitið 1-0.
Sí hæddarpunktini frá triðja umfari í MeistaraDeildini hjá kvinnum.
B36 – NSÍ 0-1
Mánadagin 6. apríl
Gundadalur, Tórshavn
Skála – 07 Vestur 1- 0
undir Mýruhjalla, Skála
HB – Víkingur 3-2
Mánadagin 6. apríl
Gundadalur, Tórshavn