Samandráttir frá 3. umfari

24. mar. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: Argjamenn vóru bert fá sekund frá at fáa javnleik við Løkin, men ein perla frá Peturi Knudsen gjørdi at NSÍ vann 2-1.

Við Margáir kláraði EB/Streymur at halda KÍ frá málinum og tryggjaði sær ein 0-0 javnleik móti FM-favorittunum.

B36 vann heili 6-0 á B68 í Gundadali og er nú oddalið í deildini.

Á Dungasandi fekk 07 Vestur síni fystu stig, tá teir vunnu 1-0 á Skála, sum liggja niðast við ongum stigi.

Her eru hæddarpunktini frá 3.umfari.

NSÍ – AB 2-1
Leygardagindagin 21. mars
við Løkin, Runavík

07 Vestur – Skála 1-0
Leygardagin 21. mars
Dungasandur, Sørvágur

EB/Streymur – KÍ 0-0
Fríggjadagin 20. mars
Margáir, Streymnes

B36 – B68 6-0
Leygardagin 21. mars
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – HB 2-1
Mikudagin 1. apríl
Sarpugerði, Norðagøta