Samandráttir frá 3. umfari í endaspælinum

26. aug. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: KÍ er nú einsamalt á odda í Betri deildini hjá kvinnum. KÍ vann á NSÍ í oddadystinum við Løkin í Runavík. KÍ vann 2-0 við tveimum málum, ið bæði komu í fyrra hálvleiki. Tóra Mohr legði KÍ á odda, tá ið góðir fimtan minuttir vóru spældir. Átta minuttir undan steðginum økti Sólja Ernstsdóttir til 2-0.

Hin dysturin í ovara endaspælinum endaði 3-2 til HB. Víkingur var annars á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki gjørdi HB bart og skoraði trý mál uppá bara seks minuttir. Jensa Tórolvsdóttir minkaði um munin stutt fyri leiklok.

NSÍ – KÍ 0-2
Sunnudagin 17. august
við Løkin, Runavík

Víkingur – HB 3-2
Sunnudagin 17. august
í Sarpugerði, Norðragøta

B36 – 07 Vestur 3-1
Sunnudagin 17. august
Gundadalur, Tórshavn

FC Hoyvík – Skála 0-5
Sunnudagin 17. august
Hoyvíksvøllur, Hoyvík