Samandráttir frá 4. umfari

6. apr. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: HB vann 1-0 á B68 á Svangaskarði við máli frá Jacob Johansson. Tað kundi komið nógv fleiri mál í dystinum, men báðir málverjarnir, Teitur M. Gestsson, HB, og Tórður Thomsen, B68, spældu ein sera góðan dyst.

Páll A. Klettskarð bjargaði KÍ, tá hann í 94. minutti skoraði sigursmálið ímóti Skála. KÍ vann 2-1.

07 Vestur megnaði 2-2 javnleik í Gundadali ímóti B36, hóast vágamenn ein stóran part av seinna hálvleiki spældu við tíggju monnnum.

Víkingur vann stórsigur í grannauppgerðini í Fuglafirði. Víkingur vann heili 8-1 á ÍF.

Steffan Løkin og Terzic Adi syrgdu við hvør sínum máli fyri, at NSÍ vann 2-0 á EB/Streymi.

Skála – KÍ 1-2
Leygardagin 06. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

B36 – 07 Vestur 2-2
Sunnudagin 07. apríl
Gundadalur, Tórshavn

ÍF – Víkingur 1-8
Sunnudagin 07. apríl
í Fløtugerði, Fuglafjørður

NSÍ – EB/Streymur 2-0
Sunnudagin 07. apríl
við Løkin, Runavík

B68 – HB 0-1
Mánadagin 08. apríl
á Svangaskarði, Toftir