Samandráttir, Løgmanssteypið

7. apr. 2025 | Betri deildin - menn

Jóhan Josephsen skoraði hatrikk í 4-0 sigrinum hjá B68 á ÍF.

B71 hevur eisini tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni, har teir skulu møta B68. B71 vann 2-1 á FC Hoyvík.

Hóast KÍ mátti spæla stóran part av seinna hálvleiki við tíggju monnum, eydnaðist tað allíkavæl at vinna á HB. Páll Klettskarð skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum, tá ið 92. minuttir vóru farnir.

Bæði Skála og AB syrgdu fyri at sláa feløg úr hægri deild úr steypakappingini. Skála vann heili 8-0 á TB, meðan AB vann 1-0 á FC Suðuroy.

Víkingur hevur spælt seg í fjórðingsfinalurnar. Við málum frá Poul Kallsberg, Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen vunnu teir 3-1 á NSÍ í grannauppgerðini. Aron Knudsen skoraði fyri NSÍ.

Pætur Petersen skoraði hatrikk í 3-1 sigri hjá B36 á 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 21. apríl, tá eru dystirnir hesir:

KÍ – B36

EB/Streymur – AB

B71 – B68

Víkingur – Skála

Skála – TB 8-0
Mánadagin 07. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

AB – FC Suðuroy 1-0
Mándagin 07. apríl
inni í Vika, Argir

HB – KÍ 1-2
Mándagin 07. apríl
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – NSÍ 3-1
Mándagin 07. apríl
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – B36 1-3
Mánadagin 07. apríl
á Dungasandi, Sørváugr

B68 – ÍF 4-0
Mikudagin 09. apríl
á Svangaskarði, Toftir

FC Hoyvík – B71 1-2
Mikudagin 09. apríl
Hoyvíksvøllur, Hoyvík