Samandráttir frá 4. umfari

1. apr. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: HB vann 2-0 á grannunum úr B36. ÍF vann týðandi dyst móti AB, sum framvegis ikki hevur fingið stig. 07 Vestur og B68 fingu eitt mál og eitt stig í part. KÍ mátti stríðast fyri at vinna á vælskipaðu sundalagsmonnunum, og Víkingur smurdi TB av í Sarpugerði. Her eru samandráttirnir frá 4. umfari í Betri deildini við monnum.

Víkingur – TB 7-0
Leygardagin 1. apríl
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – B68 1-1
Sunnudagin 2. apríl
á Dungasandi, Sørvágur

ÍF – AB 2-0
Sunnudagin 2. apríl
í Fløtugerði, Fuglafjørður

KÍ – EB/Streymur 1-0
Sunnudagin 2. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

B36-HB 0-2
Mánadagin 3. apríl
Gundadalur, Havn