Samandráttir frá 5. umfari

13. okt. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Nú nærkast av álvara, at NSÍ vinnur føroyameistaraheitið. Í dag vóru tær leingi undir trýstið, tí HB, sum var komið afturum 0-2, javnaði til 2-2. Men tá ið 86. minuttir vóru farnir skoraði Helga Mikkelsen sigursmálið fyri NSÍ.

NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ, og vespurnar hava eisini ein málmun, sum er trettan mál betri enn tann hjá KÍ.

KÍ vann í dag 3-0 á Víkingi.

NSÍ – HB 3-2
Sunnudagin 13. oktober
við Løkin, Runavík

KÍ – Víkingur 3-0
Sunnudagin 13. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík