Samandráttir frá 6. umfari

12. apr. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ setti HB so dyggiliga uppá pláss við 4-0 sigri við Djúpumýru. Sigurin hevur við sær, at KÍ framvegis hevur fult stigatal – 18 stig fyri seks dystir.

Í Gundadali spældu B36 og B68 1-1 javnleik. Karstin Clementsen legði toftamenn á odda í fyrra hálvleiki við einum frálíkum langskoti. B68 var á odda 1-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki javnaði Símun Sólheim til 1-1.

Við 2-1 sigri á 07 Vestur vann TB fyrsta sigurin í ársins landskapping. Málskjúttar fyri TB vóru Mohamed Samba og Tummas Pauli Christiansson. Edvin Jakobsen skoraði fyri 07 Vestur.

Føroyameistarin, Víkingur, vann eisini sín fyrsta dyst í dag. Hóast støðan var 1-1, tá 60. minuttir vóru spældir, vann Víkingur at enda greiðan 4-1 sigur.

FC Suðuroy helt leingi oddaliðnum, NSÍ, á pínubeinkinum. Hálvleiksstøðan Í seinna hálvleiki høvdu gestirnir við Løkin møguleikar til at leggja seg á odda, men tað var NSÍ sum skoraði sigursmálið, tá ið 78. minuttir vóru farnir. Brandur H. Olsen setti hegnisliga eitt fríspark í málið.

KÍ – HB 4-0
Hósdagin 17. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

B36 – B68 1-1
Hósdagin 17. apríl
Gundadalur, Tórshavn

TB – 07 Vestur 2-1
Hósdagin 17. apríl
við Stórá, Trongisvágur

Víkingur – EB/Streymur 4-1
Hósdagin 17. apríl
í Sarpugerði, Norðragøta

NSÍ – FC Suðuroy 1-0
Hósdagin 17. apríl
við Løkin, Runavík