Samandráttir frá 6. umfari

19. apr. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur vísti í dag, hví teir av álvara skulu roknast sum ein FM-kandidatur. Víkingur bukaði B36 heili 4-0, og vann samstundis sætta dystin á rað í ársins landskapping.

Skála hevði flestu møguleikarnar til at vinna dystin, men tað bleiv til 1-1 javnleik á Dungasandi millum 07 Vestur og Skála. Ragnar Skála legði gestirnar á odda 1-0, og Filip Brattbakk javnaði fyri heimaliðið við brotssparki.

ÍF gav NSÍ skarpan gang, og fuglfirðingar javnaðu til bæði 1-1 og 2-2. Men síðstu minuttirnar skoraðu Steffan Løkin og Petur Knudsen til ávikavist 2-3 og 2-4. NSÍ hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað.

Páll Klettskarð skoraði tvey mál, og Pætur Petersen skoraði eitt í 3-0 sigrinum hjá KÍ á B68. Dysturin var merktur av, at B68 mátti skifta tríggjar spælarar út í fyrra hálvleiki orsaka av skaðum. KÍ mátti skifta Deni Pavlovic út í fyrra hálvleiki og Mads Boe Mikkelsen í seinna. Báðir fingu skaðar.

Tvey brotsspørk blivu dømd, og EB/Streyms-venjarin fekk reyða kortið, tá HB vann 2-1 á EB/Streymi í Gundadali í sætta umfari.

HB – EB/Streymur 2-1
Fríggjadagin 19. apríl
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – B68 3-0
Leygardagin 21. apríl
við, Djúpumýru

Víkingur – B36 4-0
Sunnudagin 21. apríl
Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – Skála 1-1
Sunnudagin 21. apríl
á Dungasandi, Sørvágur

ÍF – NSÍ 2-4
Sunnudagin 21. apríl
í Fløtugerði, Fuglafjørður