Samandráttir frá 6. umfari

11. mai. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Jensa Tórólvsdóttir skoraði tvær ferðir fyri oddaliðið, Víking, í 3-0 sigrinum á B36 í Gundadali. Jensia er nú toppskjútti í Betri deildini. Hitt máli hjá Víkingi skoraði Eydna Olsen Dalheim.

Dysturin í Runavík millum NSÍ og HB endaði 1-1, har málverjin hjá HB fekk reytt kort, og tí var tað Elin Maria Isaksen, sum vardi málið hjá HB síðsta hálva tíman.

KÍ vann 15-0 á útivølli móti FC Hoyvík. Tóra Mohr skoraði fýra mál.

TB/FCS/Royn vann fyri fyrstu ferð í Betri Deildini, tá tær vunnu 3-1 á Skála.

B36 – Víkingur 0-3
Leygardagin 11. mai
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – HB 1-1
Leygardagin 11. mai
við Løkin, Runavík

TB/FCS/Royn – Skála 3-1
Leygardagin 11. mai
við Stórá, Trongisvágur

FC Hoyvík – KÍ 0-15
Leygardagin 11. mai
Hoyvíksvøllur, Hoyvík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.