Samandráttir frá 6. umfari

16. apr. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Gleðin var stór millum tvørafólk við Stórá, tá Jens Erik Bruhn skoraði sigursmálið hjá TB væl inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. TB vann 2-1 á 07 Vestur. Mads Borchers kom tvær ferðir á máltalvuna í 4-1 sigri hjá HB á ÍF. B36 vann sannførandi 2-0 sigur á AB. Atli Gregersen bleiv útvístur í Klaksvík, har KÍ vann 2-0 á Víkingi. Á Toftum sá Ragnar Samuelsen hjá B68 reyða kortið í 0-0 javnleikinum millum B68 og EB/Streym.

TB – 07 Vestur 2-1
Sunnudagin 16. apríl
við Stórá, Trongisvágur

KÍ – Víkingur 2-0
Sunnudagin 16. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

AB – B36 0-2
Sunnudagin 16. apríl
inni í Víka, Argir

HB- ÍF 4-1
Sunnudagin 16. apríl
Gundadalur, Tórshavn

B68-EB/Streymur 0-0
Sunnudagin 16. apríl
Svangaskarð, Toftir