Samandráttir frá 7. umfari

26. mai. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Grannauppgerðin millum Víking og NSÍ endaði við 1-1 javnleiki. Jens Tórólvsdóttir legði Víking á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var tað Julia Naomi Mortensen, ið javnaði fyri NSÍ.

Føroyameistararnir úr KÍ vunnu einn tryggan 7-0 sigur á TB/FCS/Royn. Tað sama gjørdi B36, sum var á vitjan á Skála.

Eisini HB vann ein tryggan sigur, tá FC Hoyvík vitjaði í Gundadali. HB vann heili 17-0.

Sí hæddarpunktini frá 7. umfari.

Víkingur – NSÍ 1-1
Sunnudagin 26. mai
í Sarpugerði, Tórshavn

KÍ – TB/FCS/Royn 7-0
Sunnudagin 26. mai
við Djúpumýru, Klaksvík

Skála – B36 0-7
Sunnudagin 26. mai
undir Mýruhjalla, Skála

HB – FC Hoyvík 17-0
Sunnudagin 26. mai
Gundadalur, Tórshavn

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.