
Samandráttir frá 7. umfari
27. apr. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: Við málum frá Lý Gray Djurhuus, Leonu Kjærbæk Djurhuus og Lisu Haraldsen vann HB 3-2 á KÍ í Gundadali. Við sigrinum er HB nú komið upp á annað pláss, meðan KÍ dettur niður á triðja pláss. Tóra Mohr skoraði bæði málini hjá KÍ.
Undir Mýruhjalla koma heimaliðið, Skála, á odda, men í seinna hálvleiki skoraði B36 fýra ferðir og vann dystin 4-1.
Víkingur vann ein tryggan 6-0 sigur á útivølli móti FC Hoyvík.
Allan Dybsczak og hansara lið hevur framvegis fult stigatal eftir ein 13-0 sigur á 07 Vestur.
HB – KÍ 3-2
Sunnudagin 27. apríl
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – 07 Vestur 13-0
Leygardagin 26. apríl
við Løkin, Runavík
Skála – B36 1-4
Sunnudagin 27. apríl
undir Mýruhjalla, Skála
FC Hoyvík – Víkingur 0-6
Sunnudagin 27. apríl
Hoyvíksvøllur, Hoyvík