Samandráttir frá 7. umfari

27. apr. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: Við málum frá Lý Gray Djurhuus, Leonu Kjærbæk Djurhuus og Lisu Haraldsen vann HB 3-2 á KÍ í Gundadali. Við sigrinum er HB nú komið upp á annað pláss, meðan KÍ dettur niður á triðja pláss. Tóra Mohr skoraði bæði málini hjá KÍ.

Undir Mýruhjalla koma heimaliðið, Skála, á odda, men í seinna hálvleiki skoraði B36 fýra ferðir og vann dystin 4-1.

Víkingur vann ein tryggan 6-0 sigur á útivølli móti FC Hoyvík.

Allan Dybsczak og hansara lið hevur framvegis fult stigatal eftir ein 13-0 sigur á 07 Vestur.

HB – KÍ 3-2
Sunnudagin 27. apríl
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – 07 Vestur 13-0
Leygardagin 26. apríl
við Løkin, Runavík

Skála – B36 1-4
Sunnudagin 27. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

FC Hoyvík – Víkingur 0-6
Sunnudagin 27. apríl
Hoyvíksvøllur, Hoyvík