Samandráttir frá 7. umfari

4. mai. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ vann ein sannførandi 2-0 sigur á útivølli á HB, meðan kappingarneytarnir úr Runavík snávaðu á Skála, har heimaliðið javnaði til 3-3 í yvirtíðini.

07 Vestur fekk trý kærkomin stig á útivølli móti EB/Streymi, sum hóast fleiri málmøguleikar ikki megnaði at skora.

Argjamenn vóru settir uppá pláss av B36, sum vann 4-1 á Argjum.

B68 var á odda 2-1 í Norðagøtu, men fýra minuttir fyri tíð javnaði Jørgin Nielsen fyri Víking.

Her eru hæddarpunktini frá 7. umfari.

EB/Streymur – 07 Vestur 0-2
Sunnudagin 25. apríl
Margáir, Streymnes

HB – KÍ 0-2
Sunnudagin 25. apríl
Gundadalur, Tórshavn

Skála – NSÍ 3-3
Sunnudagin 25. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

Víkingur – B68 2-2
Sunnudagin 25. apríl
Sarpugerði, Norðagøta

AB – B36 1-4
Mánadagin 25. apríl
inni í Viká, Argir