Samandráttir frá 8. umfari

6. mai. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Árni Frederiksberg bleiv bjargingarmaðurin hjá KÍ, tá hann bleiv innskiftur í seinna hálvleiki og skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá KÍ á ÍF. ÍF helt seg hava javnað, tá 87 minuttir vóru farnir, men málið bleiv kolldømt. Mikkel Dahl kom tvær ferðir á máltalvuna í 3-0 sigrinum hjá HB á EB/Streymi. Víkingur megnaði at venda dystinum í Sørvági og vinna 2-1 á 07 Vestur. Ragnar Samuelsen syrgdi fyri sigursmálinum í 1-0 sigrinum hjá B68 á AB. B36 vann greiðan 4-0 sigur á TB.

EB/Streymur – HB 0-3
Fríggjadagin 05. mai
í Hólmanum, Eiði

07 Vestur – Víkingur 1-2
Fríggjadagin 05. mai
í Sarpugerði, Norðragøta

B68 – AB 1-0
Fríggjadagin 05. mai
Svangaskarð, Toftir

TB – B36 0-4
Fríggjadagin 05. mai
við Stórá, Trongisvágur

KÍ – ÍF 1-0
Fríggjadagin 05 . mai
við Djúpumýru, Klaksvík