Samandráttir frá 8. umfari

8. jun. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Oddaliðini KÍ og Víkingur tryggjaðu sær aftur í dag trý stig.

Lea Lisberg skoraði tvær ferðir í 4-0 sigrinum hjá Víkingi á HB.

KÍ vann eisini stórsigur. Hesaferð bleiv tað til 9-0 á B36. Sólja Ernstsdóttir skoraði hatrikk fyri KÍ.

NSÍ smurdi grannarnar av Skála av, tá tær vunnu 14-2. Heidi Sevdal skeyt heili fimm mál.

Í Hoyvík vann felagsliðið úr Suðuroy ein tryggan 4-0 sigur á FC Hoyvík.

Sí hæddarpunktini frá 8. umfari.

Víkingur – HB 4-0
Leygardagin 08. juni
í Sarpugerði, Tórshavn

KÍ – B36 9-0
Leygardagin 08. juni
við Djúpumýru, Klaksvík

Skála – NSÍ 2-14
Leygardagin 08. juni
undir Mýruhjalla, Skála

FC Hoyvík- TB/FCS/Royn 0-4
Leygardagin 08. juni
Hoyvíksvøllur, Hoyvík