Samandráttir frá 8. umfari

1. mai. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: Nú koma stigini aftur til føroyameistaran, Víking. Í dag vann Víkingur triðja sigurin á rað. Hesaferð vunnu teir 2-0 á FC Suðuroy á Eiðinum í Vági. Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skoraðu hvør sítt mál í hvør sínum hálvleiki.

NSÍ gjørdi øllum greitt, at teir skulu takast í størsta álvara í FM stríðnum í ársins landskapping. NSÍ vann knúsandi 7-1 stórsigur á HB í Gundadali. Bæði Klæmint Olsen og Petur Knudsen skoraðu hatrikk í dystinum. Hitt málið hjá NSÍ skoraði Steffan Løkin. Ári Mohr Jónsson skoraði fyri HB.

Við 2-1 sigri á B36 stóð EB/Streymur fyri mest óvæntaða úrslitinum í 8. umfari. Boubacar Dabo legði EB/Streym á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti hann til 2-0. Stutt fyri leiklok minkaði Mattias Hellisdal um munin fyri B36.

B68 vann sær trý kærkomin stig við 2-1 sigri á 07 Vestur. Sigurin ger, at B68 nú er á sjeynda plássi við sjey stigum. 07 Vestur liggur niðast við einum stigi.

KÍ vann heili 10-0 á TB. Hálvleiksstøðan var 5-0. Páll Klettskarð skoraði hatrikk.

KÍ – TB 10-0
Hósdagin 1. mai
við Djúpumýru, Klaksvík

B36 – EB/Streymur 1-2
Leygardagin 3. mai
Gundadalur, Tórshavn

HB – NSÍ 1-7
Leygardagin 3. mai
Gundadalur, Tórshavn

B68 – 07 Vestur 2-1
Leygardagin 3. mai
Svangaskarð, Toftir

FC Suðuroy – Víkingur 0-2
Sunnudagin 4. mai
á Eiðinum, Vágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.