Samandráttir frá 9. umfari

9. mai. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ liggur nú best fyri til at blíva føroyameistari. KÍ vann 2-1 á NSÍ í oddadystinum við Løkin í Runavík.

HB fótaði sær aftur í Sarpugerði, har ið teir vunnu 1-0 á Víkingi. Sammy Skytte skoraði sigursmálið, tá ið 59. minuttir vóru farnir.

EB/Streymur vann 1-0 á 07 Vestur við brotssparki, sum kom stutt undan dystarloki. Óli Poulsen setti brotssparkið í netið.

Við 1-0 sigri á FC Suðuroy kom B36 aftur á slóðina. Brian Jacobsen skoraði sigursmálið.

Í Trongisvági spældu TB og B68 1-1 javnlik. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Marley Blair legði TB á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og tá ið 66. minuttir vóru farnir javnaði Hanus Højgaard fyri toftamenn.

Víkingur – HB 0-1
Fríggjadagin 9. mai
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – EB/Streymur 0-1
Fríggjadagin 9. mai
á Dungasandi, Sørvágur

B36 – FC Suðuroy 1-0
Fríggjadagin 9. mai
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – KÍ 1-2
Fríggjadagin 9. mai
við Løkin, Runavík

TB – B68 1-1
Sunnudagin 10. mai
við Stórá, Trongisvágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.