
Samandráttir frá 9. umfari
13. mai. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: Víkingur vann sær trý stig í Gundadali, har ið tær vitjaðu HB. Víkingur vann 3-0. Hálvleiksstøðan var 2-0. Eydna Olsen Dalheim og Mona Rasmusdóttir skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Eydna Olsen Dalheim til 3-0. Eitt brotsspark kom í seinna hálvleiki, men Gunnvá Lutzen bjargaði royndini frá Eydnu Dalheim Olsen.
B36 vann 4-1 í Hoyvík, og hava nú fingið 12 stig eftir átta dystir.
Kvinnurnar hjá KÍ elta framvegis NSÍ, og við 3-0 sigrinum á 07 Vestur, fóru tær frammum HB, og liggja nú á øðrum plássi – seks stig aftanfyri NSÍ.
Tær gulu úr Runavík vunnu ein tryggan 5-1 sigur á Skála, og hava tí enn fult stigatal.
HB – Víkingur 0-3
Týsdagin 13. mai
Gundadalur, Tórshavn
Skála – NSÍ 1-5
Týsdagin 13. mai
undir Mýruhjalla, Skála
FC Hoyvík – B36 1-4
Týsdagin 13. mai
Hoyvíksvøllur, Hoyvík
07 Vestur – KÍ 0-3
Týsdagin 13. mai
á Dungasandi, Sørvágur