Samandráttir frá 9. umfari

14. mai. 2023 | Betri deildin - menn

MENN Víkingarnir vóru sera sannførandi í 5-0 stórsigri á AB. KÍ mátti heita á 49 ára gamla, Geza Turi, um at verja málið, tá teir vitjaðu í Gundadali. Geza helt málið reint, og KÍ vann 1-0 við málið frá Pálli Klettskarð. Sebastian Lau Nielsen var ov smartur á Svangaskarði, tá hann royndi seg við einum Panenka-brotssparkið, sum TB-málverjin bjargaði. 07 Vestur var í toppformi í dag, tá teir vunnu 5-0 á EB/Streymi. B36 herjaði á ÍF málið í Gundadali, og tað endaði eisini við, at árstalsfelagið vann tryggan 5-1 sigur.

HB – KÍ 0-1
Sunnudagin 14. mai
Gundadalur, Tórshavn

B68 – TB 1-1
Sunnudagin 14. mai
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – 07 Vestur 0-5
Sunnudagin 14. mai
í Hólmanum, Eiði

B36 – ÍF 5-1
Sunnudagin 14. mai
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – AB 5-0
Mánadagin 15 . mai
Sarpugerði, Norðragøta