Samandráttir frá steypakappingini

3. sept. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: KÍ vann 3-1 á Skála undir Mýruhjalla í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og tí hava tær bláu úr Klaksvík sera góðan møguleika fyri at tryggja sær annað finaluplássið, tá ið feløgini aftur møtast 14. september í Klaksvík.

HB nærkast eisini av álvara finaluplássi. Tær vunnu 3-0 á Víkingi í Sarpugerði. Seinna hálvfinalan millum HB og Víking verður eisini spæld 14. september.

Finalan verður spæld leygardagin 27. september á Tórsvølli.

Skála – KÍ 1-3
Mikudagin 03. september
undir Mýruhjalla, Skála

Víkingur – HB 0-3
Mikudagin 03. september
í Sarpugerði, Norðragøta