
Samandráttir: Víkingur nærkast finaluni
20. mai. 2025 | Betri deildin - mennLøgmanssteypið: Víkingur hevur annað beini í finaluni um Løgmanssteypið. Felagsliðið úr Leirvík og Gøtu vann 2-0 á B68 í fyrru hálvfinaluni á Svangaskarði. Poul Kallsberg legði Víking á odda, tá ið 77. minuttir vóru farnir. Árni Nóa Atlason økti til 2-0 við sera góðum langskoti í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Týskvøldið vann KÍ 4-0 á AB í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Patrik Johannesen skoraði tríggjar ferðir fyri KÍ, og Jóannes Kalsø Danielsen skoraði eitt mál.
Mikudagin 21. mai verður aftur hálvfinala, tá spæla B68 og Víkingur.
KÍ – AB 4-0
Týsdagin 20. mai
við Djúpumýru, Klaksvík
B68 – Víkingur 0-2
Mikudagin 21. mai
Svangaskarð, Toftir