Samandráttir, Løgmanssteypið

8. mai. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: TB stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá teir vunnu á B68 eftir brotssparkskapping.

B36 og NSÍ máttu spæla í 120. minuttir, áðrenn ein vinnari bleiv funnin. B36 vann 3-2.

Við Margáir var eisini neyðugt við umdysti. Tað stóð 1-1 millum EB/Streym og HB eftir 90 minuttir, men í umdystinum tryggjaðu gestirnir sær ein 3-1 sigur.

Víkingur hevur spælt seg víðari í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, men tað bleiv neyðugt umdysti, tí í AB megnaði sera væl at halda Víking frá at skapa málmøguleikar. Støðan var 0-0 eftir 90 minuttir, men tá 10. minuttir vóru farnir av umdystinum legði Arnbjørn Svensson Víking á odda 1-0. Rani Hansen skoraði síðani tvær ferðir fyri Víking, sum at enda vann 3-0 á AB.

Lutakastið, um hvussu spælast skal í hálvfinalunum, verður í Klaksvík sunnudagin eftir dystin millum Víking og KÍ á Rás 1.

Víkingur – AB 3-0
Mikudagin 08. mai
Sarpugerði, Norðragøta

TB – B68 1-1 (6-5 eftir brotsspørk)
Hósdagin 09. mai
við Stórá, Trongisvágur

B36 – NSÍ 3-2
Hósdagin 09. mai
Gundadalur, Tórshavn

EB/Streymur – HB 1-3
Hósdagin 09. mai
við Margáir, Streymnes